Franskir hermenn hava dripið leiðaran av al-Qaeda netverkinum í Norðurafrika.
Sambært franska verjumálaráðharranum, Florence Parly, varð leiðarin, Abdelmalek Droukdel, dripin í Mali hósdagin nærindis markið til Algeria, og nógvir av viðhaldsmonnum hansara vórðu eisini neutraliseraðir.
Droukdel var hægstráðandi hjá fleiri jihadist-bólkum, sum høvdu tilknýti til al-Qaeda. Sjálvur var hann serfrøðingur innan speingievni, og hevur hann framleitt bumbur, sum hava kravt fleiri hundrað mannalív.
Frakland hevur eisini tikið ein IS-leiðara til fanga í økinum.
Ein kelda sigur við tíðindastovuna AFP, at franskir hermenn hava dripið fleiri enn 500 jihadistar seinastu mánaðirnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald