FMX er Faroe Music Export, sum á føroyskum er Tónleikaútflutningsstovan. Stovan varð stovnað í summar, og formaður í stýrinum fyri FMX er Gissur Patursson.
Formaðurin sigur, at stýrið fyri FMX hevur valt Fred Ruddick úr Onglandi sum leiðara á Tónleikaútflutningsstovuni av 72 umsøkjarum, tí at Fred hevur tey seinnu árini starvast sum booking-, marketing og kreativur leiðari hjá G!Festivalinum. Stýrið er sannført um, at Fred er tann best skikkaði av øllum teimum mongu umsøkjarunum.
Fred Ruddick er útbúgvin í fíggjarheiminum og skrásettur ráðgevi og meklari á børsinum í London, har hann starvaðist í sjey ár, frá 1998 til 2005.
Fred flutti til Føroya at búgva í 2013 við unnustu síni, Gretu Svabo Bech, so hann hevur ongar trupulleikar við at skilja føroyskt.
Áðrenn Fred kom til Føroya fyri seks árum síðan, starvaðist hann í fleiri ár í altjóða tónleikavinnuni við at bera vinnuna út og samskipa hana á altjóða stigi. Hann hevur eisini sjálvur staðið á palli sum tónleikari á stórum vinnu- og mentanartiltøkum heima og úti í heimi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald