Uttanlands

Frederiksen í Grønlandi at finna felags stev

Veðurlags-, trygdar- og uttanríkispolitikkur er á skránni á vitjanini - umframt ein umbering

Múte B. Egede og Mette Frederiksen í Nuuk (Mynd: KNR)

Múte B. Egede og Mette Frederiksen í Nuuk (Mynd: KNR)

2022-03-15 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, fór í gjár á almenna vitjan í Grønlandin fyri eitt nú at tosa um uttanríkis-, trygdar- og veðurlagspolitikk við grønlendska landsstýrið.

Hon mátti bíða í fleiri tímar í Kangerlussuaq, áðrenn veðurlíkindi vóru til at flúgva víðari til Nuuk, har Múte B. Egede, landsstýrisformaður tók ímóti. Mette Frederiksen skal eftir ætlan vera í Grønlandi til hósdagin.

Talan er um eina vitjan, ið er útsett fleiri ferðir, m.a. orsaka av korona. Umframt at tingast um veðurlags-, uttanríkis- og trygdarpolitikk, skal Mette Frederiksen eisini bera fram eina umbering til tey sonevndu ‘eksperimentbørnini’. Hetta hendir í dag, skrivar KNR.

Herfyri kom Múte B. Egede við ábreiðslum mótvegis donsku stjórnini fyri ikki at taka landsstyrið – Naalakkersuisut – við í avgerðir, sum hava beinleiðis ávirkan á Grønland.

Og Mette Frederiksen viðgongur eisini, at samskiftið kann gerast betri. Tað er ein av orsøkunum til, at hon nú vitjar Grønland.

- Mínar vónir og væntanir eru, at jú meira tíð vit eru saman, tess betri felags fatan fáa vit eisini. Tað, ið eyðkennir ríkisfelagsskapin er, at vit eru trý ógvuliga ymisk lond, sum eru í felagsskapi. Tað krevur, at vit duga at líta á tingini frá ymiskum síðum. Tað er tí, at eg eri her. Fyri at gerast betri til tað – vónandi, segði Mette Frederiksen, tá hon kom til Nuuk.

Landsstýrisformaðurin var samdur.

- Eg rokni við, at okkara samstarv verður gott, og bygt á javnvirði. Haðani kunnu vit koma víðari, segði Múte B. Egede á floghavnini í Nuuk, sambært KNR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder