Uttanlands

Frederiksen vitjar Biden í Washington

Mette Frederiksen fer at greiða forsetanum frá, at USA og Nato kunnu rokna við Danmark

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2023-06-05 09:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA kann rokna við Danmark. Tað er boðskapurin, sum Mette Frederiksen forsætisráðkvinna hevur við, tá hon seinni í dag skal hitta amerikanska forsetan, Joe Biden, í eggrundu forsetaskrivstovuni í Hvítu Húsunum í Washington seinni í dag.

- Í mínum eygum er tað av størsta týdningi at fáa sagt við Biden forseta, at Danmark trýr upp á samstarv tvørtur um Atlantshav, og at vit altíð standa aftan fyri serliga lagnufelagsskapin, sum tað er at hoyra til samstarvið yvir um Atlantshav, sigur Mette Frederiksen undan fundinum.

- Í stóran mun er tað amerikanarum at takka, at vit hava frið, frælsi og fólkaræði í Evropa. Soleiðis er tað eisini, nú USA spælir ein fantastiska týdningarmiklan leiklut í mun til Ukraina, leggur hon afturat.

Hetta er fyrsta almenna vitjanin hjá Mette Frederiksen í USA sum stjórnarleiðari.

Seinast danskur stjórnarleiðari var á almennari vitjan í USA var í 2017, tá táverandi forsætisráðharri, Lars Løkke Rasmussen var bjóðaður av republikanska forsetanum, Donald Trump.

Trump hevði ætlanir um at vitja Danmark í 2019, men avlýsti verðina eftir at Mette Frederiksen hevði sagt um hansara ætlan at keypa Grønland, at hon var “absurd”.

Í dag eru tónarnir millum Danmark og USA øðrvísi, skrivar dr.dk.

- Tað er ongin loyna, at eg eri fegin um forsetan, vit hava í USA. Biden ger eitt sera gott arbeiði, sum vit serliga uppliva á altjóða pallinum, við dyggum stuðli til Ukraina, og vit síggja ein amerikanskan forseta vanda aftur í veðurlagsstríðið, sigur Mette Frederiksen.

Júst veðurlag og grøna skiftið er á dagsskránni fyri fundin í dag.

Sum forseti hevur Joe Biden staðið fyri einum nýskipanarpakka, sum stuðlar grønum íløgum í USA við meira enn 2.600 milliardum krónum. Hetta ger tað sera dragandi at vera grøn fyritøka í USA.

Danskar fyritøkur hava tí í løtuni gagn av at selja grønar loysnir til útheimin.

Eftir fundin í Washington gongur leiðin hjá Mette Frederiksen til Grønlands, har ríkisfundur er á skránni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder