Í dag er eitt nýtt magasin byrjað hjá Frihedsbrevet við heitinum Fregnartænastan.
- Hetta er poddvarpið, sum fer aftur um nakrar av mest aktuellu søgunum, sum eru frammi júst nú. Hetta er søgan um søguna. Vit fara aftur um, seta søguna í perspektiv og knýta leysu endarnar, soleiðis at tú fært eitt betri yvirlit og eitt betri innlit í tað, sum annars setir dagsskránna, skrivar Frihedsbrevet.fo.
Hesin fyrsti parturin snýr seg um politiska valdið á Vaglinum í Havn. Tí í fleiri greinum um fleiri ymisk mál, hava miðlarnir seinastu tíðina varpað ljós á stórmál, sum hava fingið grønt ljós frá politiska valdinum, hóast umsitingin mælir frá.
Feskasta dømið er grein, sum Frihedsbrevet skrivaði í vikuni um, at Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson øðrumegin og Niels Mortensen og Mayfinn Norðoy hinumegin hava havt ein óskrásettan fund sínamillum, har partarnir avtala at gera parkeringssonu við Mylnuna við Sundsvegin. Umsitingin mælir frá tí, løgreglan tað sama, men í fleiri skjølum, sum Frihedsbrevet hevur fingið, sæst, at hesin óskrásetti fundurin verður mettur at hava avgerandi týdning fyri víðari gongdina í málinum.
Hesin fyrsti parturin er ókeypis og kann hoyrast á Spotify, Google Podcast og Apple Podcast og finst við at leita eftir Fregnartænastan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald