
Geytin 2021 verður handaður 27. februar, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir.
Á heimasíðuni hjá Norðurlendahúsinum verður Geytin lýstur sum sjónligasta og best eydnaða tiltak í mun til at varpa ljós á filmsgerð í Føroyum. Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið fyrstu ferð var í 2012. Harvið verður Geytin á tíggjunda sinni í ár.
Fyri at luttaka í ársins kapping skal videoleinki verða sent í seinasta lagi klokkan 23.59 í kvøld. Krøvini eru millum annað, at suttfilmurin í mesta lagi skal vera 30 minuttir, hann skal hava enskar undirtekstir, og hann kann ikki hava verið sýndir alment áðrenn 17. januar 2020. Annars hevur stuttfilmur rímiliga breiða merking - tað kann til dømis vera ein tónleikafilmur ella heimildarfilmur.
Meira um krøv og hvussu ein sendur inn kann síggjast á nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald