Innanlands

Freistin at søkja sanglegat og stuðul úr minnisgrunnunum er 7. juni

Nú ber til at søkja stuðul úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði og Sanglegatið til Minnis um Sonnu Dahl Waagstein. Tilsamans verða 40.000 krónur lætnar úr báðum grunnunum

2022-05-09 19:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Nú ber til at søkja stuðul úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði. Eisini ber til at søkja Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein.

Endamálið við Minnisgrunni Sonnu av Skarði er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan umframt at veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul. Á hvørjum ári kunnu 20.000 krónur latast í stuðli.

Sanglegatið til Minnis um Sonnu Dahl Waagstein letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla at útbúgva seg víðari í solosangi. Stuðulsupphæddin er 20.000 kr. um árið, ið verða lutaðar út, um vit fáa úmsóknir, sum lúka krøvini.

Umsóknarfreistin er í báðum førum 7. juni 2022.

Les meira um stuðulsmøguleikarnar her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder