Innanlands

Freistin at søkja stuðul úr Felagsgrunninum er í apríl

Nú er aftur møguleiki at søkja stuðul úr Felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn

2022-02-14 16:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Endamálið við Felagsgrunninum er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Nuuk kommunur og millum borgararnar í kommununum. Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta hvørt á pening í grunnin.

Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg og onnur, ið halda seg koma
undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing
um tiltakið.

Umsóknarfreistin er 1. apríl 2022. Fundur verður í grunninum í september mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul.

Les meira um stuðulsmøguleikan og mannagongdina her.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder