Innanlands

Freistin at søkja um stuðul til útoyggjamenning er 14. februar

Játtanin, sum Løgmálaráðið umsitur er 1,1 milliónir krónur

Skúvoy (Savnsmynd)

Skúvoy (Savnsmynd)

2025-02-01 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber aftur til at søkja stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar. Játtanin er 1,1 milliónir krónur.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum, skrivar Løgmálaráðið, sum umsitur játtanina.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum.

Freistin at søkja er 14. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder