Mentan

Freistin er 1. mars – Enn einki handrit komið inn

Bókhandlarafelagið minnir á, at tað enn ber til at luttaka í skaldsøgukappingini, har vinnarin fær 75.000 krónur umframt útgávusáttmála

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-05 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á vári í fjør varð boðað frá, at Bókhandlarafelagið enn einaferð skrivaði út skaldsøgukapping saman við Forlag H.N. Jacobsens, og nú innlatingarfreistin 1. mars nærkast, er enn einki handrit komið inn.

Bókhandlarafelagið minnir tí á, at hóast væl er útliðið, ber enn til at vera við í kappingini.

Vinnandi høvundurin verður væntandi kosin á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum í november, og vinnur hann 75.000 krónur umframt útgávusáttmála við forlagið.

Treytirnar eru, at handritið skal vera á føroyskum, og at søgan skal vera í minsta lagi 150 síður á 2.000 eindir við millumrúmi.

Hetta er triðja kappingin, sum bókahandlarnir skipa fyri. Undanfarnu kappingar hava eydnast væl, men bókahandlarnir og forlagið eru samd um, at gott pláss er fyri fleiri føroyskum skaldsøgum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Teir føroysku bókahandlarnir eru H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.

Skaldsøgan skal sendast sum teldubræv til [email protected] og vera merkt “skaldsøgukapping”. Dómsnevndin, ið skal meta um handritini, fær ikki at vita, hvør ið hevur skrivað skaldsøgurnar.

Í dómsnevndini eru trý fólk: Marianna Hoydal, Kári Árting, og Bergur Rasmussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder