Mentan

Frekir danir á Voxbotn

Fyrsta høvuðsnavnið til komandi Voxbotn-konsert er avdúkað: Suspekt

Suspekt á Tórsfest 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Suspekt á Tórsfest 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-04 16:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint sum OY Voxbotn 2024 varð av, settu fyrireikararnir spurningin: “Hvønn vilt tú hoyra á OY Voxbotn 2025?” Eitt ynski, ið gekk aftur og aftur, var bólkurin Suspekt. 

- Tí gjørdu vit skjóttav, og bjóðaðu teimum at luttaka á OY Voxbotn 2025, og teir játtaðu beinavegin. Gleð teg til eina rimmar veitslu!

Soleiðis skriva fyrireikararnir av OY Voxbotn í tíðindaskrivi í dag

Suspekt eru kendir sum ‘bad boys’ í donsku tónleikavinnuni, tí sangirnir snúgva seg um sex, drugs og rock’n’roll-lívið í Keypmannahavn. 

Einaferð vóru tey í Harkaliðnum hildin at vera frek og ónærislig, men teirra sangir eru sum sálmar afturímóti teimum hjá Supsekt. Tey tilkomnu hava hug at rodna eitt sindur tá sangir sum ‘Gonzo’ verða spældir, men lurtar tú eftir fjøldini, hoyrir tú, at tey duga hvørt eitt orð. Tí Suspekt hoyrir til eitthvørt ball, og OY Voxbotn er eisini eitt risa ball. 

Men fyrst og fremst er talan um feitan og stuttliga tónleik. Bólkurin hevur røtur aftur til síðst í 90’unum. Tá vóru teir bara unglingar í Albertslund í forstaðunum vestan fyri Keypmannahavn. Fyrst í nullunum sló bólkurin seg veruliga fastan á danska tónleikapallinum. Hetta var tá teir í 2003 góvu út útgávuna "Ingen slukker the stars". Eitt lag á útgávuni eitur “Kinky Fætter”, og hetta lag verður av fjølmiðlum lýst sum lagið, sum tók tað óspilta og óseka úr donskum hip hop tónleiki.

Suspekt broytti sostatt danskan tónleik við at tora at vera grovir og fúlir – og fjøldin elskaði tað. Nú er Suspekt fastur gestir á teimum stóru pallinum í ríkinum, og teir hava samstarva við mongum stórum listafólkum so sum Kendrick Lamar, Lucas Graham, Tessa og øðrum.

Suspekt hava fyrr vitjað í Føroyum, eitt nú á G! festivalinum 2017 og á Tórsfest 2019.

28. juli fara teir á pallin í Voxbotni. Atgongumerkjasølan er byrjað á ebillett.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder