Innanlands

Frelsunarherurin í Føroyum forkunnuga vitjan

Frelsunarherurin í Føroyum fær vitjan av Brian Peddle, generali og Rosalie Peddle, kommandøri – Brian Peddle hevur ovastu leiðasluna av Frelsunarherinum, og verður í sambandi við vitjanina skipað fyri almennum møti í Havn týskvøldið

2022-05-30 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frelsunarherurin í Føroyum fær vitjan av heimsleiðarunum,
Brian Peddle, generali og Rosalie Peddle, kommandøri, og í hesum sambandi verður alment møti í morgin, týsdagin 31. mai klokkan 19.30 í sali Frelsunarhersins í Tórshavn.

Generalurin, Brian Peddle, hevur ovastu leiðsluna av og er andaligi leiðarin hjá Frelsunarherinum, sum er virkin í 132 londum kring heimin.

– Frelsunarherurin hevur altíð latið gleðiboðskapin og sosiala arbeiðið gingið hond í hond. Kring heimin rekur Frelsunarherurin 230 barnaheim, 220 viðgerðarstovnar, 150 ellisheim, 30 sjúkrahús, 40 føðisjúkrahús og 40 gøtusjúkrahús v.fl. Í Føroyum eru 130 limir, herav 90 soldátar, sum virka í samkomunum í Tórshavn og í Vági. Harumframt fevnir virksemið um Herberg Frelsunarhersins í Tórshavn og Viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði.

– Frelsunarherurin í Føroyum hoyrir undir felagsøkið Noreg, Ísland og Føroyar og eru undir leiðslu av kommandørunum David og Lisbeth Welander. Hesi bæði, umframt onnur í leiðsluni fyri økið, verða við í ferðalagnum til Føroya, skrivar Frelsunarherurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder