2023-12-01 07:48
Klokkan 13 kom fráboðan úr Haldórsvík um at ein ókendur maður var inni í húsum hjá fráboðaranum.
Tá fráboðarin kom til hús, slapp hesin ókendi maðurin sær til rýmingar.
Hundapatrulja var send á staðið. Ein slóð var at elta, men tá komið var til eina á, hvarv hon.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini fær í morgun ikki upplýst um nakað er stolið, men tað er í øllum førum greitt, at ókendi maðurin einki hevði at gera í húsunum.
Um onkur í Haldórsvík heldur seg hava lagt merki til eitthvørt ella veit um okkurt í hesum sambandi, vil løgreglan fegin frætta á telefon 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald