Ein nokkso stór stjørna hevur kós um føroyska tónleikahválvið við kós móti Spaniastovu í Klaksvík. Har fyllir hon 180 ára gomlu "stovuna" hóskvøldið 19. september.
Talan er um sangkvinnuna, gitarleikaran og sangskrivaran Fridu Andersson. Hon fer við egnum løgum og finlandssvenskum vísuløgum at seta ein "stjørnuligan" dám á í 180 ára gomlu "stovuni" við Klaksvíksgarðin.
Við sínum trimum tónleikaútgávum, harav hin seinasta frá 2017 er við finnlandssvenskum vísum, og fleiri tónleikaferðum, er hon vorðin eitt kent navn í Skandinavia. Hon hevur spælt við Bo Kaspers Orkestur, og var útnevnd til ársins kvinnuliga tónleikara í 2013. Heilt ókend er hon heldur ikki í Føroyum í og við at hon hevur verið nógv spæld í útvarpssendingini Norðurljóð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald