Innanlands

Fríða skuldi til Póllands – endaði í Klaksvík

Koronusmittan forðaði fyri, at Fríða við Streym kundi taka ætlaða starvsvenjing í Póllandi, og tí hevur hon verið í praktikk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í staðin

2021-02-01 15:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í tríggjar vikur hevur Fríða við Streym, sum er læknalesandi í Póllandi, verið í starvsvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ætlanin var annars, at hon skuldi vera í praktikk í Póllandi, men seinasta koronubylgjan forðaði fyri hesum.

– Skúlin gevur møguleika fyri, at vit á 11. semestri kunnu taka praktikk í heimlandinum, og tí spurdi eg meg fyri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tey vildu fegin hava meg í praktikk. Eg fekk eina praktikkætlan frá sjúkrahúsinum, og hon varð góðkend av skúlanum, sigur Fríða við Streym.

Alt sætta lestrarár er starvsvenjing á ymiskum klinikkum. Tann parturin av starvsvenjingini, sum nú var aktuellur, var í skurðviðgerðum.

– Hesar vikurnar havi eg arbeitt saman við trimum ymiskum skurðlæknum. Einum í urologi, einum í ortopedi og einum í almennari kirurgi. Tað hevur verið sera læruríkt fyri meg at fáa innlit í hesi trý øki og í føroyska heilsuverkið sum heild, sigur Fríða við Streym.

– Í Póllandi hevði tað verið lutakast um, hvørja deild eg skuldi á, og har høvdu vit verið umleið fýra fólk í hvørjum bólki. Her havi eg verið einsamøll, og tí eri eg komin nærri øllum og eri sloppin at royna meira, sigur hon.

Fríða við Streym hevur arbeitt saman við dugnaligum og royndum læknum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi – urologinum Jóhan Poulsen, ortopedinum Jákup Midjord og almennkirurginum Boguslaw Koszman.

– Eg dugi nakað av pólskum, men málið kann vera ein eyka avbjóðing í praktikk í Póllandi. Tað er nógv lættari at samskifta á føroyskum og norðurlendskum, og tað er lættari at fáa frágreiðingar og frálæru frá læknunum á málum, sum eg dugi væl, sigur hon.

– Eg var væl móttikin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fólk vóru blíð og hjálpsom, og eg fekk nógv burtur úr fakliga, sigur Friða við Streym. Tá ið hon í summar verður liðug við sætta útbúgvingarárið, skal hon í turnus í eitt ár, og eftir tað kann hon taka sergrein.

– Vit eru fegin um, at vit kundu bjóða Fríðu eina góða starvsvenjing, og vit hava verið sera fegin um at hava havt hana á sjúkrahúsinum, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder