2023-07-28 10:34
27. juli er ofta nógv lív í býnum í Tórshavn. Nógv ymisk tiltøk vóru á skránni í gjár, so sum fótbóltsdystir og Pride, og vakthavandi á løgreglustøðuni upplýsir fyri Portalinum, at heilt nógv fólk vóru í býnum.
Nøkur fólk vóru heldur full, og løgreglan koyrdi nøkur av teimum heim. Annars var einki álvarsmál, og talan var um eina friðarliga nátt hjá teimum løgreglufólkunum, ið vóru á vakt.
Tað eru heilt nógv, sum eru á vakt um ólavsøkuna. Talið eru umleið tvífaldað, í mun til vanligar dagar, fáa vit upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald