Innanlands

Friðargonga fyri Palestina seinnapartin

Byrjað verður á Kongabrúnni í Havn kl. 14, og síðani verður stuðulstiltak í Blábar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-05 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin verður friðargonga og stuðulstiltak fyri Palestina í Havn, sum Samhugi við Palestina skipar fyri.

Friðargongan byrjar á Kongabrúnni klokkan 14. Gingið verður niðan gjøgnum býin eftir Tinghúsvegnum og síðani oman í Blábar, har stuðulstiltak verður við tónleiki, yrkingaupplestri og røðum. 

Røðarar á stuðulstiltakinum eru Nadia Abrahamsen; Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum; og Turið Maria Johansdóttir vegna Amnesty Føroyar.

Aggrasoppar, Bartal Augustinussen, og Guðrið Hansdóttir syrgja fyri tónleikinum, og Marjun Syderbø Kjelnæs og Rannvá Holm Mortensen fara at lesa yrkingar upp.

– Gasa hevur verið fyri ógvusligum ísraelskum bumbuálopum í eitt heilt ár uttan íhald. Tíggjutúsundtals (ella, sambært metingum í vísindaliga tíðarritinum the Lancet, upp ímóti 200.000) palestinar eru dripnir, og Gasa er at kalla vorðið óliviligt, siga fyriskiparar.

– Vit vóna at síggja nógv fólk til gonguna og stuðulstiltakið - har vit vilja vísa á, at vit ikki góðtaka tað, sum gongur fyri seg í Gasa og Vestara Áarbakka, og at vit ynskja frið og frælsi til Palestina.

– Havið fegin skelti og bannarar við, siga fyriskipararnir, sum leggja afturat, at tey vilja ikki síggja islamofobi, antisemitismu og rasismu av nøkrum slag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder