2019-10-06 10:38
Løgreglan hevur havt eina stak friðarliga nátt. Bert eitt mál varð skrásett.
Hetta var beint eftir midnátt, har ein maður, ið hevði fingið ov nógv niðurum, var so ólátaður inni á einum skeinkistaði í miðbýnum í Havn, at løgreglan mátti uppí.
Tað endaði við, at løgreglan mátti taka mannin við sær til Klaksvíkar, so hann kundi sova rúsin av sær.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at hann varð leyslatin klokkan 6.45 í morgun, og at hann er skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald