Innanlands

Friðarlig nátt tó at nógv fólk vóru í býnum

Løgreglan hjálpti nøkrum fullum fólkum til hús

2020-12-13 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt, hetta næstseinasta leygarkvøldið undan jólum. Løgreglan var til staðar í býarmyndini, verður sagt, men tað gekk friðarligt fyri seg fyri tað mesta.

Onkrar ósemjur, sum útlit vóru til, vórðu sissaðar áðrenn nakað álvarsligt spurdist, tí nógv fólk vóru drukkin. Løgreglan átók sær tó at vekja onkur fólk, sum vórðu koyrd til hús, og talan var um bæði mannfólk og konufólk, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Kanningar vórðu alla nátt gjørdar av ferðsluni í Sundalagnum millum Hósvík og Eiði, men ongin tilburður av týdningi varð skrásettur, verður upplýst av politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder