Innanlands

Friðarligt í náttarlívinum

Lítið av fólki hevur verið í býnum í nátt, og hevur talan tí verið um eina friðarliga nátt hjá løgregluni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-20 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tvey vikuskiftini hevur verið rættiliga friðarligt í náttarlívinum, og hevur lítið av fólki verið at sæð í býnum – helst orsakað av nýggju tilmælunum um m.a. at nýta koronupass. Seinasta náttin hevur eisini verið sera friðarlig, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.

Lítið av fólki hevur verið í býnum í nátt, og hava tey skikkað sær væl.

Klokkan hálvgum trý í nátt mátti løgreglan tó leggja seg uppí, tá nakrir persónar vóru komnir upp at toppast. Hetta endaði tó ikki sum eitt harðskapsmál.

Løgreglan sigur tó, at málið verður kannað nærri, og fara tey at tosa við partarnar, tá teir hava sovið rúsin av sær, so tey kunnu fáa greiðu á, hvat er hent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder