Í dag luttaka fleiri heimsleiðarar og toppolitikarar á toppfundi í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo.
Endamálið við toppfundinum er at leggja eina ætlan fyri frið í Miðeystri og fáa ein enda á sorgarleikinum, sigur egyptiski forsetin, Abdel Fattah al-Sisi sambært fleiri tíðindatovum.
Á toppfundinum, sum hevur fingið heitið "Cairo Peace Summit", luttaka m.o. ST-aðalstjórin Antonio Guterres; Charles Michel, ES-forseti; Mahmoud Abbas, palestinskur forseti; Abdullah, kongur í Jordan, og forsætisráðharrar í Italia, Spania, Grikkalandi og Kanada.
Men hvørki Ísrael ella Hamas-rørslan eru umboðað á fundinum.
Sambært Reuters hava í minsta lagi 4.385 palestinar latið lív, síðan 7. oktober, og fleiri enn 13.000 eru særd. Í Ísrael hava fleiri enn 1.400 latið lív, meðan fleiri enn 4.000 eru særd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald