2019-05-16 07:35
Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Fríðbjørg Hammer í starvið sum fyrstalærara í Kaldbaks skúla frá 1. juni 2019 at rokna.
Fríðbjørg er 48 ára gomul og tók læraraprógv í 1997, serlæraraútbúgving í 2012 umframt m.a. at hava tikið eina námsfrøðiliga leiðsluútbúgving, ið hon væntandi er liðug við nú í summar, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.
Fríðbjørg hevur drúgvar undirvísingarligar royndir bæði í Danmark og í Føroyum, leiðsluroyndir sum fyrstilærari og sum leiðari á førleikastovu. Skúlaárið 2018/19 hevur hon starvast í tíðaravmarkaðum starvi sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald