Uttanlands

Fríðrikur 10. er nú kongur

Margreta drotning hevur formliga lagt frá sær, og danska ríkið hevur aftur fingið ein kong

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2024-01-14 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á fundi í statsráðnum fyri løtu síðani, legði Margreta drotning formliga frá sær.

Danska kongaríkið hevur sostatt aftur fingið ein kong, Fríðrikur 10, og eisna nýggja drotning, Mary drotning. Sonur teirra, Christian er nú krúnprinsur.

Í dag eru júst 52 ár síðan, Margreta drotning, ið varðveitir drotningaheitið, yvirtók trónuna, eftir at pápi hennara, Fríðrikur 9. doyði. Margreta drotning hevur sitið longri enn nakar annar danskur kongur ella drotning.

Hett er fyrstu ferð í yvir 800 ár, at ein danskur kongur ella drotning hevur valt at lata trónuna víðari. Seinast hetta hendi var í 1146, tá Erik Lam legði frá sær.

Klokkan 14 fer nýggi kongurin út á svalan á Christiansborg, har Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fer at lýsa kongsskiftið. Síðani fer Fríðrikur kongur at halda røðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder