Konservativi týski flokkurin CDU hevur endaliga valt nýggjan formann fyri Armin Laschet, sum ikki megnaði at gerast nýggjur samveldiskanslari eftir Angelu Merkel í heyst.
Nýggi formaðurin er 66 ára gamli Friedrich Merz. Hann varð valdur á talgildum flokstingi í dag, skrivar Ritzau.
Friedrich Merz varð longu valdur í desember, men ikki fyrrenn í dag varð valið endaliga góðkent við stórum meiriluta. Heili 915 av 983 limum atkvøddu fyri.
CDU er í løtuni í andstøðu, eftir at flokkurin annars hevur sitið í stjórn seinastu mongu árini við Angelu Merkel á odda. Í desember 2021 fekk Týskland nýggja stjórn, og Olaf Scholz, formaður í sosialdemokratiska flokkinum SPD gjørdist nýggjur kanslari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald