Innanlands

Frihedsbrevet: Fyrrverandi stjórin í Magn meldaður fyri undandrátt

Finn Jakobsen er meldaður av samstarvspartnara hjá Magn, og løgreglan kannar mál um undandrátt

Finn Jakobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Finn Jakobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-02-18 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veruliga orsøkin til knappligu fráfaringaravtaluna við Finn Jakobsen hevur samband við eitt mál um undandrátt, sum nú liggur hjá løgregluni.

Hetta veit Frihedsbrevet í dag.

Magn boðaði 12. november 2024 frá, at Finn Jakobsen fór frá sum stjóri beinanvegin. Hann hevði annars røkt starvið sum stjóri í Magn síðan 2020, og áðrenn tað var hann tekniskur stjóri í felagnum.

Løgreglan váttar fyri Frihedsbrevet, at Finn Jakobsen varð meldaður av einum samstarvspartnara hjá Magn tann 13. november 2024. Altso dagin eftir  tíðindaskrivið.

Sambært keldum hjá Frihedsbrevet skal málið snúgva seg um vindmyllufelagið P/f Flatnahagi, sum Magn eigur saman við Lív. Finn Jakobsen skal hava flutt pengar úr P/f Flatnahagi til privat viðurskifti. Pengarnir skulu vera goldnir aftur, men tað broytir ikki, at málið liggur hjá løgregluni.

Skrivlig skjøl fyriliggja ikki enn. Fyrrverandi stjórin og nevndarformaðurin í Magn hava onga viðmerking til søguna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder