Innanlands

Frihedsbrevet kært løgreglumann til fútan

Hetta tí hann sambært miðlinum hevði sexistiskan atburð undir rærttarmáli, sum snúði seg um blúnisbrot

(Mynd: Føroya rættur)

(Mynd: Føroya rættur)

2025-03-17 23:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin kærdi Frihedsbrevet ein løgreglumann til Michael Boolsen, fúta, fyri sexistiskan atburð.

Tað var fríggjadagin, tá Durita Fagradal Augustinussen, journalistur hjá Frihedsbrevet, var í Eystara landsrætti og dekkaði eitt mál um ein løgreglumann, sum bleiv dømdur sekur fyri blúnisbrot, tí hann hevði følt upp á ein kvinnuligan starvsfelaga á løgreglustøðini, at hetta skal vera hent.

Á Frihedsbrevet skrivar ábyrgdarstjórin, Barbara Holm, um hendingina:

- Júst sum ein steðgur í málinum er um at vera av, stendur Durita Fagradal Augustinussen í einum horni í gongini í rættinum og skrivar notatir. Tá gongur ein løgreglumaður, sum hon forrestin ikki kennir, framvið henni og sigur: 

“Um tað er ov trongt inni har, so kanst tú bara seta teg á her”, sigur løgreglumaðurin flennandi og klappar á lærið hjá sær. Altso: Durita kundi bara seta seg á hansara lær.

Barbara Holm sigur hetta vera fullkomiliga óakseptabult.

- Eg eri skuffað av, at ein løgreglumaður, sum gjarna skal umboða eitt týdningarmikið og tignarligt starv í Føroyum, kann finna upp á at siga slíkt við eina kvinnu í 2025. Ja, tað var eisini langt úti í 1930, men í dag burdi mann jú vitað tað, ha? spyr ábyrgdarstjórin.

Í síðstu viku vóru tvey mál um løgreglumenn í Eystara landsrætti. Annar maðurin, ein 36 ára gamal, varð dømdur 40 dagar fongsul fyri at hava misnýtt sítt embæti og framt blúnisbrot, og hin, ein 57 ára gamal,  varð dømdur 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blúnisbrot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder