2024-02-26 17:44

Frihedsbrevet.fo sum hevur verið í luftini í eitt gott ár, er einasti føroyski miðil við veruligum gjaldsportri fyri allar sínar greinar.
Men hesa vikuna er einki gjaldsportur.
- Fyri at fleiri fáa eitt betri innlit í tað, vit gera, taka vit gjaldsportrið á heimasíðuni niður, so øll kunnu lesa og lurta eftir okkara greinum.
- Hetta verður gjørt í eitt avmarkað tíðarskeið, frá mánadegnum 26. februar til og við mánadagin 4. mars - og er bara galdandi á heimasíðuni frihedsbrevet.fo, sigur miðilin.
Gjaldsportrið er framvegis galdandi á poddvarpum og appini hjá Frihedsbrevet. Har sleppa bert haldarar framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald