Í ovara parti av Havnardali skulu borgarar og ferðafólk njóta náttúruna og friðin – ókeypis.
Nógv verður gjørt fyri at skipa ovara partin av Havnardali til trivnað borgarunum at gagni. Fyrr í ár varð ein frílendisætlan samtykt fyri henda partin av Havnardali. Nú verður farið undir at víðka gøtukervið, og fleiri trø verða sett niður, sum styðja uppundir verandi viðarlund. Portur verða eisini smíðað, og fleiri beinkir settir fram við gøtunum, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Forkvinnan í Byggi- og býarskipanarnevndini, Marin Katrina Frýdal, hevur í vikuni verið úti í Havnardali og sýnað.
- Hetta økið hevur nógvar dygdir, og tí eru eisini nógv fólk, sum aftur og aftur vitja Havnardal. Frílendisætlanin letur upp fyri fleiri menningarmøguleikum, sum samstundis virða serstaka landslagið í dalinum. Økið varð skógfriðað í 1974.
Samlaða víddin á økinum er 2,5 mill m2. Skógfriðaða økið fatar um 283.000 m2 við viðarlund, mosa- og mýrulendi. Lendið er serstakt við bleytum morenuheyggjum og opnum vátlendisfløtum. Sandá rennur gjøgnum dalin, og góðar gøtur eru í økinum.
- Í fyrstu atløgu fara vit at seta fleiri trø niður, nýggjar gøtur verða gjørdar, millum annað ein brúgv tvørtur um Sandá, og so verða eisini fleiri beinkir til uppihald, sigur Marin Katrina Frýdal.
Mynd: Tórshavnar kommuna
Havnardalur skal í framtíðini styrkja støðu sína sum eitt natúrligt frítíðarøki fyri øll, tí Havnardalur er eitt dragandi útferðarstað, har ríkt fuglalív er, og friður valdar.
Í 2005 keypti Tórshavnar kommuna tvær traðir dygst heiman fyri Sandvegin, ið nú eru partur av frílendinum í Havnardali.
- Politikarar mugu eisini hugsa fram í tíð. Vit mugu vísa vilja og áhuga fyri, hvussu vit innrætta til okkara eftirkomarar. Í 2005 keypti Tórshavnar kommuna traðirnar, sum nú eru ognaðar almenninginum heldur enn einstøkum traðarbrúkarum, sigur Marin Katrina Frýdal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald