Sjóvar kommuna hevur í fíggjarætlanini fyri 2020 avsett 450.000 krónur til eitt frítíðarkort til børn og ung ímillum 6 og 18 ár. Upphæddin á kortinum verður 2.000 krónur.
Frítíðarkortið skal nýtast til ítróttar-, mentanar- og frítíðartilboð. Kortið er persónligt, og fer at stuðla undir, at fleiri børn og ung fara luttaka í teimum ymisku tilboðunum, samstundis sum barnafamiljurnur fáa ein fíggjarligan lætta.
- Vónandi fara okkara borgarar, ítróttarfeløg og annað frítíðarvirksemi at taka væl ímóti hesum ætlanum, og fara at samstarva væl við okkum, tá ið neyðugar avtalur og treytir skulu setast fyri at tryggja dygdina í tilboðunum, skrivar Sjóvar kommuna í tíðindaskrivi.
Sjóvar kommuna hevur samskift við grannakommunurnar, sum eisini hava samtykt at seta hesa skipan í verk, og í næstum fara kommunurnar við Skálafjørðin at tosa saman um, hvussu tilboðini kunnu skipast, serliga við atliti til at kunna nýta tilboð hjá hvørjum øðrum. Eftir ætlan skulu kommunumarkini ikki vera ein forðing fyri, hvar frítíðarkortið skal nýtast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald