Innanlands

Ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin í morgin

Leygardagur 5. mars er ein av teimum døgunum í ár, har gjald ikki verður tikið av, tá koyrt verður til og frá Klaksvík

2022-03-04 11:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki tí, at tunnilin lat upp hesa dagfestingina fyri 16 árum síðani ella nakað líknandi, men hetta er ein døgunum, ið er eyðmerktur í ár. 

- Tunnilsdagur verður í Norðoyatunlinum leygardagin 5. mars. Í hesum sambandi er ókeypis at koyra í Norðoyatunlinum frá kl. 06 leygarmorgunin 5. mars til sunnumorgunin 6. mars kl. 06.

Hesum boðar heimasíðan tunnil.fo frá.

Vanligt er, at eitt gjald - krónutali veldst um, ein hevur hald ella ikki o.s.fr - verður lagt á, tá koyrt verður úr Klaksvík og í Eysturoynna, men so er ikki í eitt samdøgur. 

Í hesum sambandi hava handlarnir í Klakvík longri opið leygardagin, skrivar Norðlýsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder