Hvørt ár heiðrar PlanBørnefonden einum felagskapi ella einstaklingi, sum hevur gjørt nakað serligt fyri javnstøðu í danska kongaríkinum, og í ár er føroyski felagsskapurin Frít Val tilnevndur Pigeprisen.
PlanBørnefonden sigur soleiðis um tilnevningina av Fríum Vali:
– Felagsskapurin Frítt Val er tilnevndur til Pigeprisen 2024 fyri at varpa ljós á vantandi abortrættindi í Føroyum og teirra arbeiði við at broyta abortlógina, so at kvinnan eigir valið. Síðani 2018 hevur Frítt Val birt undir kjakið um abort, sum hevur givið fleiri gentum og kvinnum møguleikan at standa fram, og fortelja teirra søgu, um tær avleiðingar tær uppliva í eini óynsktari viðgongu, tá lógin foðrar teimum at taka abort.
Millum átøkini seinasta árið er tiltakið Femifagnaður, kravgonga fyri rættinum at velja sjálv, videoátakið “Eg havi tikið abort” og átakið “Abort í útlegd”. Alt hetta eru tiltøk, sum leggja dent á føroyska stuðulin til rættin og tað avgerandi í at kunna velja abort og at føroyingar taka abort, óansæð hvør lóggáva er galdandi.
Heiðurslønin er 20.000 krónur, sum kunnu fara til áhaldandi arbeiðið hjá Fríum Vali fyri at skapa eitt virðiligt kjak um abort í Føroyum, at leggja trýst á politikkarar og tryggja at føroyingar eisini fáa rætt til sjálvvalda abort, skrivar Frítt Val í tíðindaskrivi.
Vinnarin í 2023 var Aka Hansen, filmskapari og aktivistur, sum arbeiðir fyri rættindum hjá grønlendska fólkinum, og serliga kvinnum og gentum, við at varpa ljós á grønlendska mentan og skapa eina fjølbroytta mynd av Grønlandi.
Atkvøðast kann her. Freistin at atkvøða er 13. november, og vinnarin verður avdúkaður 14. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald