Mentan

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur á Ljósfest

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hava spælt á øllum teimum stóru festivalum í Føroyum, og fríggjakvøldið 16. august fer orkestrið at spæla í tjaldinum á Ljósfestini í Vági

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2024-07-06 16:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur verður at hoyra á ársins Ljósfest, sum verður í Vági vikuskiftið 16. - 18. august.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur fer at spæla í tjaldinum fríggjakvøldið, skrivar Vágs kommuna.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hava spælt á øllum teimum stóru festivalum í Føroyum. Teir hava útgivið eina framúr útgávu í 2015, sum bar heitið "If the Ocean was Wine". Fyri teirra framúr góða tónleik, vórðu teir tilnevndir eina FMA virðisløn í 2016, sum ársins bólkur/einstaklingar í folk, country og blues flokkinum.

Frobiar Sóknar Bluesorkestur byrjaðu at spæla á sumri 2007. Teirra tónleikur er sermerktur frá gomlum Missisippi country - blues til nýggjan til bluesrokk og funk. Sera royndir tónleikarar hava mannað bólkin gjøgnum árini, eitt nú er royndi Blues-sangarin Kristian Holbæk Kristensen forsangari. Kristian hevur eina framúr blues-rødd og setir hann eisini eykað dám á blues tónleikin við sínari munnharpu.

Umframt forsangaran hjá Frobiar Sóknar Bluesorkestur, so eru tað sera royndir og ungir tónleikarar sum í dag myndað bluesbólkin. Nevnast kann, at Dennis Lava spælir á trummur og syngur í Frobiar Sóknar Bluesorkestur. Dennis eisini er kendur frá navnframa rockbólkinum Deiggj. David Jacobsen, ið er ein sera royndur tónleikari, spælir á bass. Afturat sær hava teir unga og evnaríka Óla Holbæk Mortensen, sonur Kristian, á gittar.

Á Ljósfest verður manningin hendan: Kristian Holbæk (sang, munnharpa), Óli Holbæk Mortensen (gittar), Dávið Jacobsen (bass) og Dennis Lave (trummur, sang).

Umframt Frobiar Sóknar Bluesorkestur eru higartil hesi tónleikanøvn kunngjørd at spæla á Ljósfest: Vestmenn, Marius Ziska, Ronnie og Maria, Starlight og Janus W Mortensen.

Full skrá fyri Ljósfestina verður kunngjørd seinast í juli, skrivar Vágs kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder