2018-12-03 20:10
Fróði Hansen hevur júst latið frá sær eitt staklag, ið kallast Jólasálmur.
Lagið er upptikið í Gimme Studio í Skopun. Fróði Hansen eigur orð og lag og umframt at syngja, spælir Fróði eisini klaver á lagnum. Petur Háberg hevur staðið fyri upptøkuni, ljóðblandi og spælir bæði gittar og orgul. Bárður Háberg hevur mastrað lagið. Durita Hansen hevur gjørt listarverkið til lagið, ið millum annað er at finna á Spotify og iTunes.
Fróði hevur í 2018 brúkt nógva tíð í upptøkuhøli, har hann við bólki hevur innspælt sína komandi útgávu, ið kemur at kallast Hola. Upptøkurnar eru lidnar, og ætlanin er, at útgávan, ið inniber 8 føroysk løg, kemur út í mai 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald