2019-10-04 20:22
Aftur í kvøld vóru nógvir pengar uppá spæl í Gekkinum. Heilar 2.800.000 krónur.
Tískil var stórur spenningur í fjórða spæli. Fróði Justinussen úr Trongisvági ringdi inn við fullari plátu, og slapp at royna seg á gekkahjólinum. Og tað gekk sum tað skuldi.
Hann valdi at deila stóru upphæddina í trý og í teir tríggjar leyparnar. Sostatt vóru 950.000 krónur í hvørjum leypi.
Bæði í fyrsta og øðrum snari var hann ein seym frá teimum 950.000 krónur. Ótrúligt í sær sjálvum, men hann helt fram. Í triðja og seinasta snarið bragdaði, og Fróði Justinussen kom á bláa leypin.
950.000 krónur úr Sortudíki til Trongisvágs.
Næsta fríggjakvøld eru tvær milliónir uppá spæl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald