Innanlands

Fróði Magnussen heldur flaggrøðu á Giljanesi

Formaðurin í Búskaparráðnum fer at halda røðu á flaggdagshaldinum í Vága kommunu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-20 15:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 25. apríl klokkan 16 verður skipað fyri flaggdagshaldi í Skúlanum á Giljanesi.

Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes. Byrjað verður at ganga úr Miðvági klokkan 15.30 frá bygdaskúlanum, og úr Sandavági klokkan 15.30 frá Virkishúsinum við Ánna.

Inni á Giljanesi spælir Sørvágs tónleikarafelag, Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, og síðan fer Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, at halda flaggdagsrøðuna skrivar Vága kommuna.

Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgonguni, og aftaná flaggdagshaldið selja skótarnir kaffi,te og vaflur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder