Innanlands

Fróði Mortensen nýggjur kommunustjóri í Tvøroyar Kommunu

Hann hevur áður verið tekniskur leiðari hjá Vágs Kommunu og økisleiðari fyri Føroya Tele í Suðuroynni

56-ára gamli Fróði Mortensen er settur sum kommunustjóri (Mynd: Tvøroyrar Kommuna)

56-ára gamli Fróði Mortensen er settur sum kommunustjóri (Mynd: Tvøroyrar Kommuna)

2019-09-17 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvøroyrar býráð hevur sett Fróða Mortensen í starvið sum kommunustjóri. Hetta skrivar Tvøroyrar Kommuna á heimasíðu sínari.

Fróði Mortensen er 56 ár, hann er búsitandi í Trongisvági og hevur seinastu 3 árini starvast sum Tekniskur leiðari hjá Vágs Kommunu. Frammanundan hetta hevur Fróði Mortensen starvast sum økisleiðari fyri Føroya Tele í Suðuroynni í 16 ár.
 
Uppgávan hjá kommunustjóranum verður lýst sum, at hann er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum, og skrivari hjá býráðnum, fíggjarnevndini, sosialu nevnd og mentanarnevndini, og málsviðgeri í málum hjá hesum nevndum. Kommunustjórin varar eisini av starvsfólkaøkinum hjá kommununi, og umboðar kommununa í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum. Starvið er bygnaðarliga skipað sum partur av ovastu umsitingarligu leiðsluni saman við borgarstjóranum
 
Fróði Mortensen byrjar í starvinum 1. november.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder