Innanlands

Fróðskaparsetrið: Umsóknarfreistin er 1. juli

Freistin at søkja um upptøku á Setrinum komandi lestrarár er á midnátt hósdagin í komandi viku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-21 19:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú nærkast freistin at søka um upptøku á Setrinum gjøgnum kvotu 1 fyri komandi lestrarár.

So tey, sum ætla sær at søkja inn á Setrið gjøgnum kvotu 1 í ár, mugu spíska blýantin og fáa skjalprógv til vega nú, tí freistin er í komandi viku, skrivar Setrið á heimasíðuna.

Umsóknarfreistin er 1. juli á midnátt.

Tey, sum hava tørv á vegleiðing kunnu venda sær til Lestrarskrivstovuna í J.C. Svabosgøtu 7. Ein kann annaðhvørt møta upp í avgreiðslutíðini, sum er millum klokkan 10 og 15 ella seta seg í sambandi við skrivstovuna umvegis teldupost ella telefon.

Meira kunning um vegleiðing og ymsu útbúgvingarnar fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder