Innanlands

Fróðskaparsetur Føroya verður eisini við á Torradøgum

Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg fer mánakvøldið at røða um grundlinjur Føroya, ið hava stóran týdning

2022-02-15 18:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Torradagar er navnið á mentanarvikuni, ið hevur verið hildin í Klaksvík, síðani 2007. Aftur í ár verður ymsum tiltøkum og fyrilestrum um torra, torrafisk og torrahald, og um fiskivinnu og siðir á sjónum. 

- Torri - ella í torra - kallast mánamánaðurin, ið byrjar í seinnu helvt av januar ella fyrru helvt af februar, og hann varir í fýra vikur, sum er ein mánaringrás. Fróðskaparsetur Føroya verður eisini á torraskranni tann 21. februar, tá Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg fer at røða um grundlinjur Føroya.

Hesum boðar Setrið frá heimasíðu sínari, har greitt verður nærri frá hvat grundlinjur eru, og hví tær hava so stóran týdning innan vinnuna.

- Grundlinjur eru ásettar millum ytstu punktini á landi. Hesar grundlinjur hava stóran týdning, tí tær eru útgangsstøði fyri áseting av fiskimørkum og landgrunsmørkum. Allur sjógvur innan fyri grundlinjurnar er at rokna sum innara umveldi við somu rættindum og framíhjárættindum sum landaøki.

Føroyar hava í dag beinar grundlinjur, ið fevna um lutfalsliga stór havøki, men tað hevur ikki verið uttan avbjóðingar at áseta slíkar beinar grundlinjur við Føroyar, og komið verður inn á hetta í framløguni hjá Bjørn Kunoy.

Talan er um eitt áhugavert evni, ið eisini snýr seg um søguligu gongdina, m.a. stríðið við Bretland í fimti- og sekstiárunum, eins og nortið verður við gongdina í Íslandi um sama mundið. Eisini verður greitt frá, hví ávís lond í dag hava síni fyrivarni mótvegis grundlinjum Føroya, til dømis USA, og hví Kina vísir grundlinjum Føroya stóran áhuga vísandi til áhugamál síni í landsynningspartinum av Kinahavinum.

Fyrilesturin verður 21. februar klokkan 19:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder