2021-08-22 16:08
Týskvøldið 24. august leggur Fróðskapur tvær nýggjar bøkur um mál fram.
Tað eru bøkurnar “Føroysk Purisma. Føroysk orð ella orð í føroyskum” hjá Jógvani í Lon Jacobsen og “Útlitini fyri einum málskifti. Fara vit at tosa enskt?” hjá Rakul Skaale Andreasen.
Annika Sølvará frá Fróðskapi skiftir orð við høvundarnar. Høvi verður til kjak og spurningar.
Tiltakið er í Paname kl. 20, og handilin er opin.
Fróðskapur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald