Lógvabrestir á Vága Floghavn, tá fyrsta flogfarið í eitt samdøgur lendi fyri lítlari løtu síðan.
Tað er nógvur mjørki í Vágum, og nógv fólk eru ávirkað av hesum. Men serliga er tað hondbóltslandsliðið sum hevur uppmerksemi, tí liðið hevur avgerandi dyst í Norðurmakedonia sunnukvøldið.
Flogfarið, sum lendi var, tað, sum skuldi koma úr París gjárkvøldið, og skal víðari til Billund.
Flogfarið, sum kom úr Keypmannahavn í gjár, og sum mátti venda við til Keflavíkar, fekk ikki lent, og hevur aftur sett kós móti Kastrup flogvøllinum.
Nú kann væntast, at hondbóltslandsliðið í øllum førum sleppur av landinum einaferð seinnapartin, og kann møta upp til dystin í norðurmakedonska høvuðsstaðnum í annaðkvøld.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald