Mentan

From Isolation 5: Nýggj útgáva við Jens L. Thomsen, Francine Perry og Simon Williams

Útgávan er partur av eini útgávurøð, ið plátufelagið Trestle Records hevur tikið stig til í sambandi við, at tónleikarar hava sitið avbyrgdir vegna COVID-19

2020-05-18 12:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið kom út nýggj útgáva við Jens L. Thomsen, Francine Perry og Simon Williams.

Útgávan, ið nevnist “From Isolation 5” er partur av eini útgávurøð, ið plátufelagið Trestle Records hevur tikið stig til í sambandi við, at tónleikarar hava sitið avbyrgdir vegna COVID-19.

Trestle Records ynskir við útgávurøðini at eggja til nýtt samstarv og samskifti, ið ikki hevði hent undir vanligum umstøðum og ofta millum tónleikarar, ið ikki hava arbeitt saman áður.

Samstarvið millum tey trý er gjørt umvegis internetið. Tey byrjaðu hvør í sínum lagi at skriva og upptaka eitt lag og sendu upptøkurnar til næsta tónleikaran, sum arbeiddi víðari við upptøkunum. Tey royndu ikki at yvirhugsa tónleikin, men heldur leggja seg eftir einum reinum úttrykki og lýsing av at vera avbyrgdur.

Ross Downes, stjóri í Trestle Records, sigur um tónleikin, at hann er “undrunarverdur og gevandi at lurta eftir; eitt lagfagurt og tølandi bland av ljóðum og hugløgum, ið ikki kann festast við ávísa tónleikagrein”.

Jens L. Thomsen og Francine Perry mynda í løtuni bólkin Orka. Simon Williams er m.a. kendur frá bólkinum LV.

[object Object]

Um listafólkini

Jens L. Thomsen er listamaður og tónleikari og er útbúgvin Bachelor í Tónleikatøkni á University of West London og Master of Science í Bygnings- og umhvørvisakustikki á University of West London. Listin hjá honum granskar ofta økið har list og tøkni møtast. Millum ljóðlistaverk hansara teljast NORÐ, ið var bílagt av South Bank Centre í London og var víst fram í Royal Festival Hall, FØROYAR 5.2 har hann og jarðfrøðingurin Uni Árting nýttu seismiska tøkni at spæla upp á fjøll í Føroyum, eins og vóru tey ljóðføri og listprýðingin í býráðshúsinum hjá Eysturkommunu. Listaliga meginútlátið hjá honum er gjøgnum Orka, ið hann byrjaði fyri 15 árum síðan, tá hann bygdi ljóðførir á einum bóndagarði Innan Glyvur. Jens brúkar nógva tíð í upptøkuhølunum og hevur luttikið á nærum hundrað útgávum. Í løtuni er hann partur av live bólkinum hjá Yann Tiersen.

Francine Perry starvast sum framleiðari, ljóðblandari og upptøkutøkningur í London. Francine skrivar egnan tónleik undir navninum La Leif og skrivar og túrar eisini við Orka. Hon rekur í løtuni upptøkuhølini hjá Mute Records og samstarvar við og framleiðir tónleikarar, ið eru tengdir at plátufelagnum. Francine vann ein Oram Award í 2018, ið er nevnd eftir flogvitinum Daphne Oram. Virðislønin verður latin fyri nýmenning innan tónleik, ljóð og tøkni. Francine er eisini ein av stovnarunum av Omnii, ið var sett á stovn fyri at geva kvinnuligum, trans og non-binary ljóðáhugaðum íblástur og frálæru í ljóðviðgerð og tónleikaframleiðslu.

Simon Williams er tónaskald og tónleikaframleiðari, ið ofta er at finna har tilevnað ljóð møtir organiska framførslu. Simon er partur av nýhugsandi bólkinum LV, ið er útgivin av framskygda plátufelagnum Hyperdub Records umframt Brownswood Recordings hjá Giles Peterson. LV hevur samstarvað við m.o. Tigran Hamasyan, Spoek Mathambo, Joshua Idehen og Orka. Simon er sum ein tónleikaligur svampur og kann tí ikki setast í samband við eittans tónleikaslag, men hevur eitt breitt úttrykk, ið spennir yvir fleiri tónleikagreinar. Í løtuni skrivar Simon nógv til film og brúkar somu filmisku mannagongdir í sínum tónleikaframleiðslum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder