2025-03-18 08:53

Franska fregattin Auvergne er komin á Havnina, her hon fer at liggja í nakrar dagar.
Auvergne er systurskip hjá Aquitaine, sum var í Føroyum í nakrar dagar í september, og hjá Bretagne, sum lá við kai í Havn í nakrar tímar í mai í 2021.
Talan er um herskip, sum kann nýtast til ymisk endamál, upplýsir franska konsulátið, sokallað Frégate Scouteur (FS).
Auvergne er 6000 tons, 142 metrar langt, 19,8 metrar breitt og hevur heimstað í Brest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald