Innanlands

Fronsk vitjan á ráðhúsinum í Havn

Havgranskingarskipið Beautemps Beaupré hjá fronsku sjóverjuni liggur í løtuini á Havnini

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-08-11 15:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havgranskingarskipið Beautemps Beaupré hjá fronsku sjóverjuni vitjar í løtuni á Havnini.

Í morgun vitjaðu skiparin Matthieu Teisseire og næstkommanderandi Hugues Pommeret á Ráðhúsinum saman við Honnu Jensen, ið er franskur konsul í Føroyum.

Skiparin hevði sett ynski fram um at hitta borgarstjóran. Jóan Petur Hentze, trivnaðartjóri, hevði framløgu um Havnina fyri teimum vitjandi, sum høvdu eina hugnaliga løtu á Ráðhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder