2024-05-17 08:31
Nakað eftir klokkan fýra seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Øravík. Tveir bilar stoyttu saman frontalt, og materielli skaðin var stórur.
Ein persónur var í eina bilinum og trý í hinum.
Løgreglan sigur at fólkini vóru send á sjúkrahúsið til kanningar, men vóru sloppin lætt.
Bilarnir hinvegin fórust illa, fingu stóran skrokkskaða og pláturnar vórðu tiknar av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald