Komandi dagarnar hevur Andrias Blaasvær tríggjar konsertir í Føroyum.
Andrias Blaasvær er 25 ára gamal og ættaður úr Havn. Hann byrjaði at spæla violin sum 12 ára gamal hjá Nikolaos Kapnas og bleiv liðugur á Kongaliga danska musikkonservatorinum í Keypmannahavn í juni í ár. Undirvísarar hava verið Elisabeth Zeuthen og Alexander Zapolski.
Andrias hevur arbeitt sum undirvísari, komponistur, orkesturtónleikari og solistur við síðuna av lesnaðanum. Hann hevur spælt við í m.a. Danmarks Radio, Kongaliga Kapellinum, Copenhagen Phil, Underholdningsorkestret og er fastur limur av det Danske Ungdomsensemble, Manus kvartett og Føroya Symfoniorkestri, har hann eisini hevur verið solistur.
Í 2023 vann Andrias tónleikakappingina Stella Polaris og hevur seinastu tíðina skrivað sína stóru sonatu fyri solo violin liðna. Sonatan, sum er í fýra satsum verður frumframførd næstu dagarnar.
Fyrsta konsertin verður í Mariukirkjuni í Havn, leygardagin 13. juli klokkan 15, onnur verður dagin eftir tann 14. juli í Elduvíkar kirkju klokkan 16, og seinasta konsertin verður 15. juli í Gøtu kirkju klokkan 20.
Konsertirnar eru fyriskipaðar av Summartónum og eru allar ókeypis.
Mentan
Frumframførsla av nýskrivaðari sonatu fyri solo violin
Andrias Blaasvær fer komandi dagarnar at hava tríggjar konsertir í Føroyum - í Mariukirkjuni í Havn, Elduvíkar kirkju, og Gøtu kirkju
2024-07-11 15:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald