Mentan

Frumsýning á HBO og í biografum samstundis

Vanliga verða stóru filmarnir vístir í biografunum fyrst, og verða tøkir til stroyming seinni. Warner Bros fer í 2021 frá hesum

Suicide Squad (Mynd: Warner Bros.)

Suicide Squad (Mynd: Warner Bros.)

2020-12-04 13:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Filmar sum stóri filmsframleiðarin Warner Bros. gevur út í 2021, verða tøkir á HBO Max sama dag, sum frumsýningin verður í biografunum í USA. Tað skriva útlendskir miðlar.

- Vit vita, at nýtt innihald er tað, sum biografar liva av, men vit mugu viga tað upp ímóti, at flestu biografar verða avmarkaðir í 2021, sigur Warner Media í fráboðan, og slær fast, at hetta bara verður galdandi næsta ár.

Talan er um filmar sum millum annað “Suicide Squad 2”, “Godzilla vs. King Kong” og “The Matrix 4”, sum verða tøkir fyri sofahyggjaran í USA sama dag sum í biografinum.

Samanlagt verða tað 17 biograf filmar, sum haldarar á HBO Max fáa atgongd til, og sum hava kostað eina milliard dollarar at framleiða.

Hetta verður bara galdandi fyri amerikanska marknaðin. Aðrastaðni skulu fólk ein túr í biografin at síggja filmarnar hjá Warner Bros. á frumsýningardegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder