Innanlands

FS Bretagne í føroyskum sjógvi

Franska fregattin er á veg norðureftir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-08 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franska fregattin FS Bretagne er í dag í føroyskum sjóumveldi.

Á veg norðureftir skuldi Bretagne gjøgnum Nólsoyarfjørð og halda fram ígjøgnum Djúpini, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

[object Object]Bretagne í Svínoyarfirði (Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

Bretagne, sum er bygt í 2018, er 142 metrar til longdar, og 20 metrar breitt. Bretagne hevur verið í Føroyum fyrr.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið sigur, sambært KvF, at Bretagne bað um loyvi at sigla gjøgnum føroyskt sjóøki, og treytirnar eru, at eingi kjarnorkuvápn eru umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder