Innanlands

FS Normandie og HMS St Albans vitja í Føroyum

Skipini hava diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, sigur Uttanríkis- og fiskimálaráðið.

HMS St Albans var í Føroyum tvær ferðir í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HMS St Albans var í Føroyum tvær ferðir í 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-20 14:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uttanríkis- og fiskimálaráðið boðar frá, at franski oyðarin FS Normandie og bretska fregattin HMS St Albans koma í føroyskt sjóumveldi komandi dagarnar.

Hetta verður í ávikavist tíðarskeiðunum 20. - 23. september og 23. - 26. september.

Skipini hava diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, skrivar Uttanríkis- og fiskimálaráðið.

HMS St Albans var eisini í Føroyum tvær ferðir í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder