Innanlands

FT GameJam aftur í heyst

Endamálið er at kveikja áhugan fyri spælmenning og telduspælsvinnuni

(Savnsmynd: Rógvi Langgaard)

(Savnsmynd: Rógvi Langgaard)

2019-08-06 10:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjeynda árið á rað skipar Íverksetarahúsið saman við Føroya Tele fyri GameJam-tiltaki, sum gongur út upp á at savna fólk at gera telduspøl innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið.

FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri spælmenning. Í stuttum snýr FT GameJam seg um at manna ein bólk upp á í mesta lagi 5 luttakarar við blandaðum førleikum, og menna eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar skulu til fyri at menna eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka í tiltakinum.

Luttakararnir fáa atgongd til millum annað eitt ljóð- og grafikkstudio, umframt hetta, fáa luttakararnir ráðgeving frá serkønum, sum verða til stuðla og vegleiða  undir tiltakinum.

Endamálið við FT GameJam er at kveikja áhugan fyri spælmenning, og skapa eitt grundarlag fyri, at vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi telduspælsvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

FT GameJam 2019 verður í døgunum 20.-22. september, og tiltakið er ókeypis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder