Innanlands

FTZ Føroyar P/F besta ár nakrantíð

Ársúrslitið hjá FTZ Føroyar gjørdist eitt avlop eftir skatt upp á 7,2 milliónir krónur

(Mynd: FTZ Tórshavn / Facebook)

(Mynd: FTZ Tórshavn / Facebook)

2022-05-27 16:44 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

FTZ Føroyar P/F er ein fyritøka, sum selur bilaeykalutir og vøruúrval til føroysk verkstøð og privat- og vinnukundar í Føroyum. FTZ er staðsett í Havn á Kamsdali. Høvuðseigarin er kenda danska fyritøkan FTZ Autodele & Værktøj A/S.

Roknskapurin fyri 2021 hjá FTZ Føroyar P/F royndist væl. So væl, at ársúrslitið gjørdist eitt avlop eftir skatt á 7,2 mió.kr. Talan er um besta úrslit nakrantíð hjá felagnum. Felagið rindar alt úrslitið, 7,2 mió.kr., út til sínar partaeigarar. 

[object Object]

Um hugt verður nærri eftir roknskapinum sæst, at bruttovinningurin øktist úr 14,5 mió.kr. í 2020 til 15,8 mió.kr. í 2021. Vøksturin er 9,4 prosent. 

Úrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebidta, var 8,8 mió.kr. í 2021, sammett við 7,6 mió.kr. í 2020, sum er ein vøkstur á 16 prosent. 

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 7,2 mió.kr. sammett við 6,2 mió.kr. í 2020, sum er vøkstur á 16 prosent. 

Fíggjarjavnin hjá FTZ Føroyar er øktur úr 25,9 mió.kr. í 2020 til 27,2 mió.kr. í 2021.

FTZ Føroyar P/F er sera væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2021 er 21,2 mió.kr. Trygdarevnið er tískil 78 prosent, sum verður roknað at verða sera gott. Tó verða 7,2 mió.kr. útgoldnar í vinningsbýti.

Gjaldførið er somuleiðis gott. Tøki peningurin við árslok 2021 var heili 15,2 mió.kr. Gjaldførislutfallið er 203 prosent, sum sigur, at ognir í umferð eru tvær ferðir størri enn stuttfreistaða skuldin.

Felagið hevur onga langfreistaða skuld og stuttfreistaða skuldin er 6 mió.kr. í 2021 sammett við 5,7 mió.kr. í 2020. 

Stjórar í FTZ Føroyar P/F eru Ragnar Petur Joensen og Vagnur Johannesen.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder